Summar Festivalurin verður hildin í Klaksvík um góðar seks vikur, og komandi tíðina fer YouTube rásin hjá Summar Festivalinum at hita upp til landsins størsta tónleikatiltak.
Nýggjur reportari hjá Summar Festivalinum er Sirið Ingemarsdóttir. Hon fer komandi tíðina at práta við tónleikarar og onnur, sum skulu verða við á Summar Festivalinum, og hon hevur bæði yvirraskilsi og avbjóðingar við sær, tá ið hon hittir festivalakutellu fólkini.
Innsløgini, sum Rani Petersen hevur framleitt, verða at síggja á adressuni: youtube.com/summarfestivalur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo