Ríðisamband Føroya: Á aðalfundi hjá Ríðisambandinum herfyri, varð einmælt samtykt, at ganga umsókn frá Suðurross um limaskap á møti.
Ríðisambandið fegnast stórliga um limaskapin hjá suðringum, sersambandið ásannar at Suðurross hevur gjørt eitt stórt og miðvíst arbeiði fyri at menna ríðingina sum ítrótt í Suðuroy og vónar at tey við limaskapinum í ríðisambandinum kunna økja og stimbra enn meira um áhugan fyri ríðing í Suðuroy.
Limir í Suðurross hava longu í ár luttikið í FM kappinginum í ríðing og limaskapurin ger at tey nú kunna umboða teirra egna felag tá kappast verður.
Hervið fer Ríðisamband Føroya, frá fýra til fimm limafeløg og landafrøðisligt er sersambandið seinastu árini farið frá at bara umfata Streymoynna og Vágar, til nú eisini at umfata bæði Eysturoynna og Suðuroy. Hetta vísir á eina stóra menning innan skipaðu ríðingina og vísir at miðvísa arbeiði sum ríðisambandið hevur framt seinastu árini, nú av álvara ber ávøkst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo