Í áttatiárunum kom fram, at tað bar til at gera vegir í undirsjóvartunlum til bilar at koyra ígjøgnum.
Tann fyrsti var gjørdur í Noreg 1982. Hetta var heilt norðuri til Vardø. Har sigldi ferja um tað smala Bussesundið, og farið var undir at gera eina brúgv út á oynna. Arbeiðið fór í gongd, men tá komið var í helvt fór alt fúkandi avstað í eini ódn. Ferjan sigldi so í fleiri ár afturat, men í 1979 var farið undir at gera veg gjøgnum ein undirsjóvartunnil, og trý ár seinni kundu bilar koyra hesar 2.890 metrarnar niðansjóvar. Hetta loysti seg væl, tí nú slapst undan ferjuni, sum hevði eina manning upp á 20 og brendi nógva olju. Nú kundi ein maður í hálvtíðarstarvi ansa eftir øllum tí tekniska. Íløgan var fíggjað yvir vanliga skattin, so har var einki tunnilsgjald. Tey í Vardø kundu tí frá fyrsta degi fáa fult gagn av íløguni í hendan vegastubban eins og tær íløgur sum vóru gjørdar í allar aðrar vegir.
Hetta loypti brell á føroyingar. Ein og hvør kundi siga sær sjálvum, at tá hetta kundi lata seg gera í Noreg, kundu vit eisini fáa vegsamband millum oyggjar okkara.
Mæti landsverkfrøðingur okkara Mikkjal Helmsdal bað næsta mann sín Heina Olsen um í djúpastu loynd at tekna undirsjóvartunlar eftir vardøleistinum til allar oyggjar. Hetta varð beinanvegin lagt fyri løgmann, sum vendi tummilin niðureftir, so eingin fekk nakað at vita. Men tíðindini um tað, sum var hent í Vardø, kundu ikki krógvast fyri almenninginum í Føroyum. Í fýra greinum í blaðnum 14. september var víst á, at um vit játtaðu landsverki 60 milliónur um árið kundu vit uttan lántøku og uttan tunnilsgjald fáa undirsjóvartunlar til Vágar, Norðoyggjar, Sandoynna og Suðuroynna innan 2008 um vit settu á í 1989. Tá fóru Føroyar sanniliga at gerast eitt samhaldsfast samfelag. Vegastrekkið úr Havnini til Tvøroyar kom at vera sum strekkið frá Havnini til Vestmanna.
Í 1989 fór landsverk undir vágatunnilin eftir hesum leisti.
Men politiska skipanin støðgaði hesari verkætlan, og tí hava vit ikki enn fingið koyriveg til Suðuroyar sum vit høvdu fingið í 2008 um rætt var atborið. Nú fjúrtan ár seinni kunnu havnarmenn nátt sum dag koyra til Vestmanna, men er ætlan teirra at sleppa til Tvøroyrar er annar glymur dansur!
Hvat var tað sum hendi?
Í Noreg helt politiska skipanin at undirsjóvartunlarnir fóru at flyta ov stórar upphæddir úr miðstaðarøkjunum til útjaðarin. Tí funnu teir uppá at tey har úti sjálvi skuldu gjalda ein part av kostnaðinum við tunnilsgjaldi. Harvið fingu vit ein nýggjan útjaðaraskatt, sum tey í miðdeplunum sluppu undan.
Hetta tók føroyska politiska skipanin undir við, so vit gjørdu partafeløg, sum skuldu krevja upp útjaðaraskatt av teimum, sum eru so óheppin at noyðast at koyra eftir vegum, sum eru í undirsjóvartunlum.
Hetta hevur seinkað hesi verkætlan, og tað hevur verið dýrt. Meðan vit hava bíðað eftir at fáa vegirnar gjørdar til Vágar, Norðoyggjar og Sandoyar hava vit verið noydd at bygt ferjulegur og havt dýrar ferjur siglandi. Tænastan hevur eisini verið alt ov vánalig í hesum tíðarskeiði. Men alt hetta er skjótt gloymt, tí tey sum búgva í hesum útoyggjum kunnu nú fegnast um, at tey omaná alt eisini hava gjørt tað kupp at hava fingið veg niðanfyri Tangafjørð. Brátt ber til at búgva á Viðareiði og velja um koyrast skal til Gásadals ella Skarvanes fyrsta jóladag.
Tað sum nú restar í er at fáa Suðuroynna upp í vegakervi okkara, so tað ber til hjá sumbingum at gera av um teir skulu fara til Bíggjar ella Viðareiðis at dansa annað jólakvøld og koma heimaftur tá songartíð er.
Hetta er tað sum til bar at hava avgreitt fyri fjúrtan árum síðani um politiska skipanin hevði tikið við ráðunum sum Mikkjal Helmsdal gav í 1980.
Avleiðingin av hesum dráli er at vit nú í fjúrtan ár hava havt ferjur siglandi millum miðøkið og Suðuroynna. Havnarmenn kunnu koma til Vestmanna eftir væl minni enn einum tíma, men ætla teir sær til Tvøroyri skulu teir sigla meir enn tveir tímar og ofta bíða í kø ein tíma. Fráferðirnar eru fáar, og jóladag ber als ikki til.
Nú skriva vit 2022, og enn er eingin avgerð tikin um at fara undir at gera vegin til Suðuroyar. Kønir menn siga, at hendan verkætlan fer at taka tíggju ár at fullføra. Samtykkir tingið hana í ár, so skriva vit 2032 áðrenn koyrandi verður. Tá eru 24 ár síðani hesin vegur hevði kunna verið gjørdur. Øll hesi ár hava vit verið noydd til at gjørt ferjulegur, smíðað ferjur og brent meir olju fyri at sigla bilar um Suðuroyarfjørð enn bilarnir høvdu nýtt um teir koyrdu sjálvir niðanfjarðar.
Hvørjum drála vit eftir?
Vit hava fingið at vita frá øllum fakmonnum, at hetta er ein verkætlan sum væl ber til.
Ferðslan er so mikið lítil, at váðin ikki er stórur.
Íløgan er sjálvandi stór, men vit skulu minnast til, at verkætlanin tekur tíggju ár. Kostar hon 5 milliardir, er talan um 500 milliónir um árið. Tað sigst, at SEV brátt noyðist at leggja ein kaðal at binda el-netið í Suðuroy saman við tí í meginøkinum. Men váðin av at ein slíkur kaðal á botni verður skaddur er so mikið stórur, at tað verður neyðugt framvegis at hava elverkið í Suðuroy. Verður tunnil gjørdur sluppu vit undan váðanum av at hava kaðalin á botni. Somuleiðis er tørvur á fipurkaðalum, sum liggja tryggari í einum slíkum tunli. Bara her eru sparingar av nógvum milliónum í íløgum og tryggari rakstur.
Sama er at siga um ferjurnar. Sum er hava vit tvær og onnur er í minna lagi. Tær eldast, og brátt mugu tær skiftast út. Sum prísvøksturin er, verður her talan um íløgur í milliardaklassanum. Tær skulu hava brennievni, og sjálvandi vóna vit, at núverandi høgu prísirnir fara niður, men royndirnar vísa, at teir eru sera skiftandi.
Alt bendir tí á, at suðuroyarvegurin fer at loysa seg væl. Íløgan er ikki ræðandi, og fyrimunirnir fyri allar Føroyar av at gera hesa íløgu fara at vera alstórir.
Sjón gongur fyri søgn tá talan er um hvusssu nógv gagn vit hava fingið burtur úr útbyggingini av undirstøðukervinum norðanfyri. Hetta fer tó bert at vera ein viðfáningur samanborið við tað sum fer at henda, tá ið Suðuroyggin sleppur at royna seg á jøvnum føti við hinar oyggjarnar, tí hon sleppur undan tí ovurstóra útjaðaraskatti, sum hon nú knugggar undir. Søguliga sæð hava suðuroyingar verið lokomotivið í føroysku menningini. Allir føroyingar hava nógv at gleða seg til tá suðuroyingar um tíggju ár fáa javnrættindi til at nýta sín dugnaskap í føðioynni.
Hetta kann suðuroyarvegurin elva til, og tí loysir tað seg at fáa hann gjørdan sum skjótast.
Zakarias Wang
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo