Eftir framløguna frá Landsverk um nýggjan Suðuroyartunnil havi eg gjørt mítt egna roknistykki. Roknistykkið er sett upp í dagsprísum og ikki í “einaferð í framtíðini”-prísum.
Dagsprísur at byggja undirsjóvartunlar fyri kilometurin er 138 mió. krónur.
Suðuroyartunnilin, longsta farleið, verður 26 km.
26 x 138 = 3.588 mió. kr.
Afturgjaldstíð 30 ár. At gjalda aftur árliga 119,6 mió. kr. í dagsprísum.
Fígging
Árligur rakstrarstuðul til Smyril 75 mió. kr. á verandi fíggjarlóg.
Árligur stuðul til Pf. Eystur- og Sandoyartunlar 50 mió. kr.
Íalt 125 mió. kr. verða á verandi og komandi fíggjarlógum goldnar fyri Smyril og undirsjóvartunlar. Hesin peningur verður leysgivin, tá Suðuroyartunnilin er bygdur. Og hesin peningur, sum longu er á fíggjarlógini, er nóg mikið at gjalda fyri Suðuroyartunnilin.
Og tá hava vit ikki tikið við keyp av nýggjum Smyrli, helst tvær ferðir í 50 ár, sum gevur 1,6 mia. kr. Og heldur ikki hava vit roknað við inntøkunum frá Suðuroyartunlinum.
Hinvegin hava vit ikki lagt rentukostnaðin omaná.
Í dagsprísum koma vit helst at gjalda árliga yvir fíggjarlógina 150 mió. krónur. Hetta er framvegis innanfyri løgukarmin, sum politiska skipanin er samd um.
Tí nýtist okkum ikki at uppfinna 100 djúpar borðiskar afturat fyri at fíggja Suðuroyartunnilin. Hann er longu sum er fíggjaður innanfyri verandi karmar á fíggjarlógini.
Vónandi verður Skúvoy tikin við. Tá kunnu vit byggja tunnilin tvífalt so skjótt, tí tá kann borast úr 4 støðum samstundis.
Bill Justinussen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo