Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Suðuroyar Sparikassi: Hálvársroknskapurin fyri 2023 vísur eitt úrslit á 2,8 mió. kr. sammett við 1,2 mió. kr. sama tíðarskeið í
fjør.

Høvuðsorsøkin til framgongdina er, at rentustøðið er hægri og umframt at virksemið er økt.

Økt virksemi
Útlánini hækkaðu úr 549 mió. kr. upp í 587 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 38 mió. kr. ella 7,0 %.

Innlánini vóru 677 mió. kr. sammett við 676 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør, sum svarar til eina hækking á 1 mió. kr. ella 0,15 %.

Solvensur og gjaldføri
Solvensurin var 22,0 % samanborið við 21,4 % í 2022. Lyklatalið fyri gjaldførið var 354 % í mun til lógarkravið á 100 %.

Søren Lünell Bruhn, stjóri, er vælnøgdur við gongdina higartil í ár: «Vit eru nøgd við, at vit hava fingið fleiri góðar kundar, sum vit ynskja hartaliga vælkomnar í okkara familju. Úrslitið er nøktandi og í samsvar við væntanirnar, tá árið byrjaði»

Úrslitið fyri fyrra hálvár 2023:
Úrslit eftir skatt: 2,8 mió. krónur
Útlán: 587 mió. krónur
Innlán: 677 mió. krónur
Solvensur: 22

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo