Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Í farnu viku vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, saman við Maritu Rasmussen, stjóra á Havstovuni, á íslendska Hafrannsóknastofnun, vanliga nevndur Hafro.

Endamálið við vitjanini var m.a. at kunna seg um virksemið á Hafro og eisini at umrøða, hvussu samstarvið millum Havstovuna og Hafro kann styrkjast. Á fundinum vórðu fleiri ítøkilig samstarvsøkir umrødd, bæði viðvíkjandi stovnsmetingum av felags og ferðandi stovnum, havgransking og gransking av, hvørja ávirkan aling hevur á t.d. firðir og sund og á villan fisk.

Sum grannatjóðir í Norðuratlantshavi, við nógvum felags økjum og áhugamálum, er tað natúrligt, at samstarvið millum Havstovuna og Hafro verður víðkað, og eg fegnist um, at gongd nú er sett á at styrkja og ikki minst at skipa samstarvið millum Havstovuna og Hafro, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Á vitjanini í Íslandi varð avtalað at fara undir at gera eina formliga samstarvsavtalu millum Havstovuna og Hafro, og tær fyrireikingarnar eru nú farnar ígongd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo