Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tann tjóðskaparleið, sum Tjóðveldi, Framsókn og Fólkaflokkurin siga seg slóða fyri, førir okkum nú burtur frá Danmark beint ímóti Russlandi.

Við nýggju fiskiveiðuavtaluni við russar, hava vit bundið okkum eins fast at Russlandi, sum vit eru bundin at Danmark. Tí enn einaferð hevur Føroya landsstýri gjørt fiskivinnusamstarvsavtalu við Russland.

Ístaðin fyri at sikta eftir einum langtíðar sjálvstýrispolitikki, binda sitandi samgonguflokkar okkum fastari og fastari at einum landi, sum ikki virðir fólkaræði.

Vit eru ivaleyst mong, sum eru ørkymlað og stúrin, nú landsstýrið hevur gjørt av at halda fast við fiskivinnusamstarvið við Russland. Men stórur partur av fólkinum er helst ikki varugur við, hvat tað er, sum hendir í samfelagi okkara hesum viðvíkjandi.

Vit hava hoyrt, at spurningurin ikki bert er vinnuligur, men eisini ein spurningur um trygdarviðurskifti. Ein annar spurningur, sum ikki hevur verið so nógv frammi er spurningurin um tilknýtið til restina av umheiminum.

Tjóðskaparrørslan
Tjóðskaparrørslan í Føroyum, sum politiskt byrjaði, tá ið Sjálvstýrisflokkurin sá dagsins ljós í 1906, hevur havt sína egnu søgu og hevur ávirkað okkara politisku skipan í landi okkara.

Í 1948 sá Tjóðveldisflokkurin dagsins ljós. Grundin til, at kreftir úr politisku skipanini tóku seg saman um at stovna Tjóðveldisflokkin var millum annað tað, at hildið var at gongdin móti sjálvsstýri gekk ov seint. Tjóðskaparrørslan helt ikki, at stig fyri stig politikkur Sjálvstýrisfloksins gekk nóg skjótt.

Ein sannroynd er tað tó, at sjálvstýrisleiðin hevur verið stig fyri stig og nógv eru stigini, ið tikin eru. Bitin, sum er eftir, er ikki so stórur, at tað eigur at verða so møtimikið!

Samanumtikið er stóra bindingin búskaparlig og snýr seg um blokkstuðulin.

Sitandi samgonga hevur sett sær fyri, at blokkstuðulin skal minkast við 25 milliónum krónum árliga. Endamálið við at minka blokkstuðulin er at gera Føroyar meira sjálvsstøðugar, men tað, sum er hent í sambandi við samstarvið við russar er, at vit búskaparliga hava bundið okkum eins fast at Russlandi, sum vit eru bundin at Danmark.

Búskaparligt frælsi
Grundin til samstarvið við krígsbrotsmannin Vladimir Putin sigst vera upphædd í somu stødd, sum blokkstuðulin frá Danmark.

Hetta er óhugnaligt!  Vit, sum hava arbeitt fram ímóti sjálvstýrinum fyri tjóð okkara síggja nú, hvussu vit verða fastari og fastari bundin at Russlandi.

Er tað veruliga tað, sum Tjóðveldi snýr seg um – at vit skulu verða leys av Danmark og heldur knýtt at Russlandi?  Ella við øðrum orðum, er tað Tjóðveldisins vilji, at vit heldur skulu verða ein partur av eysturheiminum enn av vesturheiminum?

Sjálvstýri ynskir eitt  sjálvstøðugt og evropeiskt Føroyar. Samstarv við fólkaræðisligar tjóðir eigur at mynda búskaparliga grundarlagið hjá Føroyum.

Sámal Petur í Grund
formaður Sjálvstýri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo