BETRI: Tað at hava eitt barn við ADHD krevur nakað serligt av foreldrunum. Hetta hevur Barna- og Ungdómspsykiatriin tikið til eftirtektar og hevur skipað fyri førleikamenning. Førleikamenningin, sum kallast New Forest Parenting Program (NFPP), er til stóran part av starvsfólkunum á Barna- og ungdómspsykiatriini.
NFPP snýr seg m.a. um at undirvísa foreldrunum í hvat tað vil siga, at hava ADHD, at styrkja sambandi og samskifti við barnið og at hjálpa barninum at tillaga sína atferð og regulera sínar kenslur.
Gransking hevur víst, at foreldarvenjing av hesum slag kann bøta um foreldraførleikan, minka um atferðarórógv, betra um sosialu førleikarnar hjá barninum, og í summum førum eisini minka um ADHD eyðkennini.
Barna- og ungdómspsykiatriin útgreinar umleið 200 børn/ung um árið, og ein partur av hesum verða fylgd aftaná í samband við viðgerð. Í løtuni fylgir deildin á leið 420 børnum/ungum, sum eru í onkrum slagi av viðgerð. Tað kann t.d. verða psykoterapeutiskt, medisinskt, psykoedukativt ella foreldravenjing.
Í dageindini eru í gjøgnumsnitt umleið 2-3 familjur innlagdar í senn, og oftast eru innleggingarnar umleið 4-6 vikur. Summi av børnunum og teimum ungu, ið hava verið innløgd, verða eftirfylgjandi fylgt í dageindini í mun til samrøður ella annað útvíðkað ambulant virksemi.
Útbúgvingin er farin í gongd og foreldur og børn fáa longu gagn av hesum møguleikanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo