Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Ann Hermansdóttir, studentaprestur, hevur vitjað Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann. 

Tey skiftu orð um uppgávuna, sum studentapresturin hevur røkt á øllum miðnámsskúlunum síðani í august í fjør.

Landsstýrismaðurin fegnast um, at næmingarnir hava tikið so væl ímóti møguleikanum at kunna samskifta við ein prest, sum dagliga virkar millum teirra.

Tey ungu stríðast við nógvar avbjóðingar í dagsins samfelag, og her kann ein samrøða við ein prest geva stóra meining hjá nógvum.

Tað er Fólkakirkjan, sum stendur fyri studentaprestinum, sum í fyrstu atløgu er ein royndarskipan.

Ann Hermansdóttir kennir seg sera hepna, at tað fall í hennara lut at fáa hesa uppgávuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo