- Í samband við verkfallið, sum nú er, hava vit valt at fyriskipa einum stuðulstiltaki/samhugatiltaki í morgin.
- Vit ynskja ein enda á verkfallinum, og vilja heita á innblandaðu partar um at fara aftur til samráðingar skjótast gjørligt, siga fyrireikararnir.
- Tiltakið er ætlað at vísa barnakonunum stuðul í hesi truplu tíð, og vit fyriskipa tað samstundis sum eitt familjutiltak við tónleiki og sangi og dansi til børnini.
- Eisini verður onkur røða á skránni.
- Tiltakið byrjar kl. 14 í morgin, og vit hava staðsett tað at vera í sparikassagarðinum - tvs. millum Betri og kioskina hjá Astu, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo