![Hersett oeki](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/9/2/csm_hersett_oeki_cd9869165d.jpg)
![Hersett oeki](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/9/2/csm_hersett_oeki_cd9869165d.jpg)
Umboð fyri stríðandi partarnar í miðeystri, tað er Ísrael og palestinska sjálvstýrið, hittast fyri fyrstuferð í fleiri ár. Teir skulu royna at linka spentu støðuna í palestinsku økjunum sum Ísrael hevur hersett.
Partarnir hittast í jordanska havnarbýnum Aqaba, upplýsa embætismenn í Jordan.
Við á fundinum eru eisini umboð fyri Egyptaland og USA.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo