Stranda skúli er næsti skúli í røðini at skriva undir fasthaldssáttmála um alt tað talgilda tilfarið frá Námi.
Fyrr í ár skrivaði Skúlin á Fløtum í Havn undir sáttmála, ið tryggjar øllum næmingum og lærarum á skúlanum atgongd til allar bøkur, ið Nám hevur á sølulista, talgildar.
- Vit eru glað fyri at kunna veita hesa tænastu til skúlarnar, ið hava víst í verki, at teir vilja nakað á talgilda økinum, sigur Regin Marnersson, stjóri í Námi. Vit hava ikki kunnað veitt okkara tilfar í einum skilagóðum og námsfrøðiliga forsvarligum hami. Tað kunnu vit nú. Okkara nýggja iBók, sum fer út í skýggini í næstum, gevur læraranum eitt veruligt val. Nú kann hann velja eina pappírsbók, soleiðis sum vit hava kent hana í áratíggju, ella talgildu bókina í hevur fleiri hentleikar, ið pappírið ikki kann bjóða.
- Í bókini eru livandi myndir, samvirknar uppgávur, upplestur til lesiveiku næmingarnar og filmsbrot, ið kunnu geva undirvísingini eitt nýtt bein at standa á. Sum til dømis hetta teknifilmsbrotið í søgubókini til 4. flokk, har tey viðgera føroyingasøgu goo.gl/qoVXIu
Í Námi fegnast tey um, at skúlar eru áhugaðir í at skriva fasthaldssáttmálar og vóna, at tilfarið kemur føroyskum lærarum og næmingum til góða.
Hans Petur Jacobsen, skúlastjóri í Stranda skúla er somuleiðis fegin um nýggja sáttmálan millum Nám og Stranda skúla.
- Nú kunnu vit í munandi størri mun nýta teldlarnar, ið okkara næmingar hava. Vit hava havt teldlar til øll, næmingar og lærarar í 4 ár. So tað er í tøkum tíma, at vit nú fáa atgongd til alt tilfarið frá Námi á ein skipaðan og lættan hátt. Øll rita inn við tí sama brúkaranum, ið okkara næmingar longu hava frá Námi til teldupostskipanina. Brúkaraumsitingin er løtt, tí bókaskipanin tekur næmingarnar úr okkara databasa, ið vit longu hava og røkja, so her er einki umsitingarligt eykaarbeiði. Tað ger, at vit kunnu miðsavna okkum um tann námsfrøðiliga partin. Og júst tað er okkara styrki. Við hesum sáttmálanum fer undirvísingin aftur at snúgva seg um námsfrøði í staðin fyri umsiting av tøkni.
Báðir partar eru væl nøgdir við avtaluna.
Nám ætlar í næstum at skriva sáttmála við Námsvísindadeildina. Endamálið við tí er, at øll lærara- og námsfrøðilesandi hava fulla atgongd til alt tilfarið hjá Námi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo