At eg ikki var vøkur gjørdist mær ein signing. Tað fekk meg at dyrka mínar innaru gávur. Vakurleiki er ein forðing fyri kvinnuna
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tað er Lív Jónsveinsdóttir Hansen á Strondum, ið sjálv hevur sungið og spælt nógv, sum hevur tikið stig til stóra konsertdagin. Hann byrjar seinnapartin leygardagin 17. september klokkan 15.30 og heldur fram líka til á midnátt, og er talan bæði um 13 framførslur, tríggjar frágreiðingar og eitt sindur av gykli.

Tey, sum fara at framføra, eru Signar í Homrum, Danny & The Veetos, Jens Marni Hansen, Elin Brimheim Heinesen, Halleluja-Sofus, Martin Joensen, Lív Næs, Holgar Jacobsen, MonkeyRat Duo, Høgni Reistrup, Pól Arni & John Áki frá Hamraduni, Hans Andrias og Svein í Prestgarði.

Eisini verður ein frágreiðing frá Krabbameinsfelagnum, umframt at Súsan Joensen, krabbameinssjúklingur, og Rigmor í Króki Rasmussen, avvarðandi, fara at greiða frá. Gyklarin Ásbjørn hevur undirhald fyri børnum í biografsalinum klokkan 17.30, meðan ein av fyrilestrunum er í stórasali, og annars verður Hilmar Jan Hansen frásøgufólk ígjøgnum dagin.

Mist ommurnar
– Báðar ommur mínar fóru í bestu árum, tí tær fingu krabbamein og máttu stríðast ígjøgnum langa sjúkralegu. Tær eru ein partur av mær og tað er frá teimum, at eg eri komin, greiðir Lív Jónsveinsdóttir Hansen frá, tá hon skal siga, hví hon hevur tikið stig til júst henda stóra konsertdagin.

– Eg vildi ynskt, at mínar fittu ommur, sum eg minnist sum tvær raskar og dugnaligar kvinnur, framvegis vóru ímillum okkum og eg hugsi eisini ofta um tær. Við hesum degnum vil eg fegin stuðla teimum, sum berjast við hesa sjúku hvønn dag, og eg vil fegin virðismeta tey, sum yvirlivdu sjúkuna, samstundis sum eg vil æra minni um tey, ið ikki yvirlivdu.

Lív Jónsveinsdóttir Hansen leggur aftrat, at hon er sera glað fyri alla ta hjálp og tann stuðul, hon hevur fingið í arbeiðinum við at fyrireika konsertdagin í Bygdarhúsinum á Strondum leygardagin 17. september, og at hon vónar, at mong við sær vilja steðga á henda dagin og hava tey í tonkunum, sum krabbameinið onkursvegna hevur ávirkað lívið hjá.

Kunnu stuðla meira
Atgongumerki til dagin fáast hjá Magn við Streymin, Fast í Skálafirði og Effo á Strondum, og kosta tey 200 krónur, umframt at børn upp til 12 ára aldur sleppa ókeypis inn saman við vaksnum, og eru nøkur atgongumerki eftir á sjálvum degnum, verða tey seld við dyrnar.

Ígjøgnum dagin verður kafeteria opið, so fólk kunnu keypa sær okkurt til matna. Eisini ber til at lata eina peningagávu, tí endamálið við degnum er at fáa savnað sum mest av pengum inn til Krabbameinsfelagið. Bæði tónleikarar og onnur arbeiða ókeypis henda dagin, nógvir góðir stuðlar hava latið mat og annað, og allar inntøkurnar fara óskerdar til Krabbameinsfelagið.

Skráin
15.30-15.45: Vælkomin
15.45-16.00: Krabbameinsfelagið greiðir frá
16.00-16.30: Svein í Prestgarði
16.30-17.00: Lív Næs
17.00-17.30: Elin Brimheim Heinesen
17.30-18.00: Súsan Joensen, krabbameinssjúklingur, greiðir frá
18.00-18.30: MonkeyRat Duo
18.30-19.00: Jens Marni Hansen
19.00-19.30: Signar í Homrum
19.30-20.00: Høgni Reistrup
20.00-20.30: Rigmor í Króki Rasmussen, avvarðandi, greiðir frá
20.30-21.00: Pól Arni & John Áki frá Hamraduni
21.00-21.30: Martin Joensen
21.30-22.00: Hans Andrias
22.00-22.30: Halleluja-Sofus
22.30-23.00: Holgar Jacobsen
23.00-23.45: Danny & The Veetos

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo