Tað var stórur dagur á Vinnuháskúlanum í dag, tá 15 skiparar, 8 skipsførarar og 13 maskinmeistarar fingu prógv.
Vilhelm Petersen, skúlastjóri helt røðu, Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevði gestarøðu eins og Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum eisini segði nøkur orð.
Næmingarnir bóru eisini fram heilsur, Finn Danberg fyri maskinmeistarar og Martin Mohr í Grund fyri skipsførararnar.
Til ber at fara á heimasíðuna hjá Vinnuháskúlanum eftir fleiri upplýsingum og nøvnum hjá teimum á myndunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo