Umleiði 150 fólk í Vágum ynskja sær okkurt frá Bústøðum at búgva í.
Tað sigur stjórin fyri Bústøðum, Andras Róin við Útvarpið.
- Tað er eitt polistiskt ynski um at skapa møguleika hjá fólki kring landið at fáa okkurt frá okkum at velja í eisini, segði Andras Róin, og tí hava Bústaðir eisini lagt seg eftir at byggja leigubústaðir kring alt landið, segði hann.
Hann segði, at áhugin kring alt landið er stórur fyri leigubústøðum frá Bústøðum.
Í Vágum eru skjótt tilsamans 15 leigubústaðir frá Bústøðum, 10 í Sørvági og 5 í Sandavági og ætlanin er eisini at byggja í Miðvági.
Les eisini:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo