Stórt alment tiltak í SALT leygarkvøldið 26. august kl. 19
9. juni brunnu framleiðslu bygningarnir hjá Varðanum Pelagic í grund. Nógv var lagt fyri at sløkkja eld, og sum eina tøkk til tilbúgvingina og gestablídni kring oynna bjóða Varðin Pelagic og SALT til alment Oyggjakvøld við tónleiki, brellbitum & einhvørjum leskandi, røðum, gávuhandan og øðrum á skrá.
Tónleikarar hava boðið sær til at spæla ókeypis.
Oyggin stóð saman – nú hyggja vit frameftir.
Aftaná almenna tiltakið verður dansur - ókeypis atgongd. Hans Jacob Hjelm & vinmenn og Mustard spæla.
Café SALT letur upp kl. 22.00
-----------
Skráin fyri leygarkvøldið, 26. august, kl. 19.00
Ólavur Rasmussen bjóðar væl komin
Ljómur framførir 2-3 sangir
Hugnasteðgur og ábit
Eyðun Nólsøe 2 løg
Bogi Jacobsen heldur røðu
Gávuhandan
Svein í Prestagarði 2 løg
Asyllex 2 løg
Kristin Michelsen heldur røðu
Hugnasteðgur
Kristian Holbæk og Óli 2 løg
Gávuhandan
Pól Arni Holm og John Áki Egholm 2 løg
Steðgur -
Café SALT letur upp, og fólk kunnu keypa sær okkurt leskandi
Dansur – Hans Jacob Hjelm & vinmenn. Gestatónleikarar Mustard
Ókeypis atgongd
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo