BirkBloggur: Sæð úr køksvindeyganum í Havn, heldur polariseringin fram og er blivin ein lívsstílur og inngrógvin hugsunarháttur. Ikki bara úti í heimi, men sanniliga eisini her hjá okkum. Á politiska veinginum verða teir báðir Framsóknarlimirnir, sum atkvøddu móti abort, takkaðir fyri vælgerðina og bodnir limaskap í Miðflokkinum, hóast øll vita, at tað ikki hendir. Tað er tað bera spæl fyri gallarínum. Og tó. Á Útvarpsvonginum í morgun hoyrdi eg ein skilagóðan fyrrverandi stórreiðara úr Leirvík, tosa um tríggjar væleydnaðar túrar í 42 fót glastrevjabátinum Gusta, har hann, sjálvur triði, hevði avreitt fimm túsund pund av Bankatoski í juli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo