Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fróðskaparsetur Føroya: Fróðskaparsetur Føroya skipar saman við ÍSF fyri stórari ráðstevnu um ítrótt undir heitinum "Børnini, breiddin og tey bestu - hvat kunnu vit í Føroyum?"

Tiltakið, sum bæði er vísindaligt og alment, verður fríggjadagin 2. februar frá klokkan 9:30 til 14:00 á Setrinum í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn.

Ráðstevnan er ætlað ítróttafeløgum, sambondum, kommunum, landsmyndugleikum og myndugleikum, sum varða av ítrótti, fólkaskúlanum og heilsuøkinum, umframt almenninginum.

Rørsla og ítróttur hava óteljandi fyrimunir við sær - bæði fyri tann einstaka og samfelagið. Men spurningurin er, hvussu vit best arbeiða saman um rørslu og ítrótt – bæði land, kommunur, skúlar, heilsuverk og føroyskur ítróttur.

Við hesi ráðstevnu vilja vit savna fólk úr føroyska samfelagnum at deila vitan og at umrøða, hvat vit kunnu gera saman fyri at tryggja, at føroyingar eru í rørslu alt lívið. Frá barni til úrval og alt lívið.

Tey, ið leggja fram, eru:

Nikos Ntoumanis, ph.d. og professari á Syddansk Universitet, “Børn og motivatión”

Malte N. Larsen, ph.d. og lektari á Syddansk Universitet, “Ættarliðið Sunn Børn”

Helgi Winther Olsen, ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, “Rørsla á skúlatalvuna 3 ferðir um vikuna”

Katrin Dam á Neystabø, Skúlaleikir, ÍSF

Tórur Sjúrðarson, ph.d. og adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, “Hvussu kunnnu ítróttur og sjúkrahús samstarva?”

May-Britt Skoradal, ph.d. og adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, “Ítróttur sum heilivágur”

Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, “Setup Føroyar”

Signar Hilmarson, master í ítróttavísindum, “Nýggja úrvalsskipanin”

Orðaskifti millum umboð frá ÍSF, Setrinum og ítróttaumhvørvinum

Í steðginum verður ein biti at fáa.

Lesið meira og meldið til her.

GG: Evstamark at melda til (sum er ókeypis) er 31. januar 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo