Nú seinnapartin kl 16 var stórsligin móttøka á Ráðhústrappuni av U19-landsliðnum. Forsetin í ÍSF, Elin Heðinsdóttir Joensen, forkvinna í Hondbóltsambandinum, Gunn Ellefsen, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, tóku ímóti og hildu røður.
Borgarstjórin byrjaði við at ynskja liðnum hjartaliga tillukku við EHF-meistaraheitinum og gullinum og við plássinum í EM-endaspælinum.
- Og so eisini tillukku við, at tit somuleiðis hava tryggjað U18-landsliðnum eitt EM-pláss. Tit hava verið ótrúliga góðir og tað hevur verið ótrúliga stuttligt at fylgt tykkum!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo