Tað er ikki nógvir mánaðir síðani, at Gallup vísti brúkartølini hjá Portal.fo at vera beint omanfyri 70.000 um vikuna.
Hyggur tú á Gallup-listan nú, so eru tølini á yvir 84.000 fyri síðstu viku.
Hóast fólk finnast at Portal.fo, fyri at vera steindeyður og ljótur, so økist talið av vitjandi.
Á Facebook spyr ein, um nakað er galið við sær, tí viðkomandi heldur, at portal.fo er vorðið munandi vánaligari seinastu tíðina. Somu tíðindi í dagavís, ógreitt og ljótt lay out? Hvat er hent? spyr viðmerkjarin.
Ein annar viðmerkjari skrivar soleiðis: Heimligi tíðindapallurin við egnari framleiðslu er ómetaliga nógv viknaður. Hvar eru øll journalistisku fótfólkini?
Og vit kundu lagt nakrar spurningar afturat viðvíkjandi økta brúkaratalinum:
Er tað tí at fólk fara inn at forvitnast og vita hvussu stendur til?
Er tað tí at øll starta upp við Portal.fo – hava hann til startsíðu?
Er tað tí hann er so gamal á marknaðinum, at tað er ein vani at fara inn?
Ella er tað brandið - Portalurin - sum tryggjar tølini?
Bara Portal.fo nú ikki hoppar upp á 90.000 brúkarar av hesum ískoytinum.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo