Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Hetta letur upp dyr fyri meira fígging og størri samstarvi, tað sigur Martin Edlund, stjóri í svensku fyritøkuni Minesto sum ger royndir við at framleiða elorku úr sjóvarfalsorku í Føroyum, eftir at Aksel V. Johannesen, løgmaður og Ursuma von der Leyen, forseti í ES nevndini skrivaðu undir eitt semjuskjal hósdagin.

Verkætlanin hjá SEV og Minesto verður nevnd ein tann mest framsøkna í heiminum innan grøna orku, og gongst sum ætlað skulu nógv fleiri drekar setast út ymsastaðni í Føroyum, at framleiða ravmagn úr sjóvarfallinum. Og júst skiftið til grøna orku vigar tungt í samstarvinum ímillum Føroyar og ES, skrivar miðilin PR Newswire.

- Okkara samstarvspartnari SEV er í veruleikanum ein slóðbrótari, og vit fegnast um at síggja Føroyar fáa hesa viðurkenningina frá nevndini og forsetanum sjálvum, sigur Martin Edlund millum annað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo