Sunnudagin sá hann Manchester United enda sesongina við einum skuffandi tapi afturat.
Í dag byrjaði Erik ten Hag so í starvinum sum Manchester United-venjari.
– Júst nú er støðan ikki góð. Tað er ein stór avbjóðing. Eg fari at byggja og seta saman eitt lið sum leikar, berjist, sum stendur saman og sum fær úrslit.
– Men tað er spennandi. Eg gleði meg til at byrja í starvinum, og royna at fáa felagið aftur har sum tað hoyrur heima.
Tað sigur Erik ten Hag í sínum fyrstu almennu samrøðu sum Manchester United-venjari, skrivar VG.
Manchester United announced on Monday that Steve McClaren and Mitchell van der Gaag had been appointed as assistant coaches to new manager Erik ten Haghttps://t.co/OzfDVblhdo#AFPSports
— AFP News Agency (@AFP) May 23, 2022
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo