Eftir umfatandi politiátak á einum kirkjugarði í Onglandi mikudagin, varð tann, sum er undir illgruna fyri at hava framt trífalda drápið í Onglandi, Kyle Clifford, handtikin av løgregluni.
Clifford (26) er undir illgruna fyri at hava dripið konu og døtur hjá BBC-viðmerkjaranum John Hunt, sum allar vórðu funnar myrdar á eini adressu í Bushey týskvøldið, skrivar norska TV 2.
Løgreglan staðfesti í tíðindaskrivi mikudagin, at Clifford fekk viðgerð fyri skaðar, men segði ikki, hvørjar skaðar tann gerningsmaðurin hevði fingið.
Sambært løgregluni varð einki skot latið av undir handtøkuni.
Gerningsmaðurin er innlagdur á sjúkrahús tí støða hansara er álvarsom, váttar løgreglan fyri Sky News hósdagin. Hann kann tí ikki avhoyrast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo