Tey flestu gerast errin av at fáa eitt hægri starv, men tað hevur eisini eina baksíðu, um tú sigur ja til eitt stjórastarv.
Nýútnevndir stjórar uppliva ofta, at tað gongur afturá í kærleiks- og sexlívinum.
Tað skrivar danska Djøfbladet, sum vísir til eina svenska kanning gjørd av chef.se, har 865 stjórar hava svarað.
Møði, stress og langir arbeiðsdagar fáa skyldina.
Og legg so afturat tí, at næstan fýra út av tíggju eru sundurlisnir ella skildir, eftir at tikið var við stjórastarvinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo