Globe Tracker hevur sett Rich Meyers sum stjóra. Hann tekur við eftir Ólavi Ellefsen, sum hevur verið stjóri síðani 1. mars 2021.
Rich Meyers hevur starvast sum rakstrarstjóri í felagnum seinastu fimm árini, og hevur verið drívmegin aftanfyri stóru menningina, á flest øllum økjum í felagnum.
Nevndin í felagnum fegnast um gongdina, og fegnast samstundis um setanina av Rich Meyers.
“Globe Tracker hevur havt stigvísan vøkstur seinastu fimm árini, og felagið er í dag førandi á marknaðinum innanfyri veitan av útgerð og forrit til sporing, eftirlit og stýring av køli- og frystibingjum. Rich hevur stóra vitan um marknaðin, og hevur gjøllar tøkniligar førleikar innan øki, og er væl klæddur til at føra felagið víðari tað næsta stigið á vakstrarleiðini,” sigur Joel undir Leitinum, nevndarformaður í Globe Tracker.
Rich Meyers hevur drúgvar royndir í KT vinnuni í USA, og hevur seinastu 30 árini starvast innan fjar-, tráðleyst- og fylgisveinasamskifti, bæði sum stjóri og í leiðslu. Rich Meyers er búsitandi í Florida, USA.
“Eg vil fegin takka øllum í toyminum hjá Globe Tracker fyri teirra ótroyttiliga arbeiðssemi,” sigur Rich Meyers.
“Eg eri ógvuliga spentur at byrja í nýggja leiklutinum, og halda áfram við okkara vøkstri á marknaðinum, umframt at koma inn á aðrar líknandi marknaðir í framtíðini,” leggur Rich Meyers afturat.
Tað starvast 47 fólk í Globe Tracker, harav 18 í Føroyum. Globe Tracker hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og í Sarasota í Florida, umframt smærri skrivstovur í Reykjavík, Rotterdam, Hamburg og Singapore. Útgerðin verður framleidd á verksmiðjum í Danmark og í Kina.
Í nevndini sita Joel undir Leitinum (formaður), Fróði Magnussen og Símin Pauli Sivertsen. Høvuðspartaeigarar eru tryggingarfelagið Lív, Framherji og Norðoya Íløgufelag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo