Hagstovan: Fólkatalið heldur fram við at vaksa, og seinasta árið kom árligi vøksturin upp á 1,2% eftir at hava ligið um 1,1% í nakrar mánaðar.
Um hugt verður nærri at samansetingini í fólkavøkstrinum sæst, at býtið millum ríkisborgaraskapirnar er broytt.
Meðan tað áður fyrst og fremst hava verið danskir ríkisborgarar, sum hava staðið fyri fólkavøkstrinum, hevur nú meginparturin av teimum, sum leggjast aftur í Føroyum, annan ríkisborgaraskap enn danskan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo