Flogbóltssambandið: Mikukvøldið verður fyrsti dysturin í steypakappingini í flogbólti hetta kappingarárið, tá kvinnurnar hjá Mjølni og Ternuni møtast í Badmintonhøllini í Klaksvík, og næstu tvær vikurnar fara Føroya Tele-deildirnar hjá bæði monnum og kvinnum at liggja stillar, meðan funnið verður fram til, hvørji tey fýra liðini verða, sum spæla seg í hálvfinalurnar, sum verða spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík 12. februar.
Tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki vinna sær sæti í hálvfinalunum.
Í bólki 1 hjá kvinnunum eru Mjølnir, SÍ, KÍF og Ternan. Í bólki 2 eru trý lið: Fleyr, TB og Dráttur.
Hjá monnunum eru tveir bólkar við trimum liðum. Í bólki 1 eru ÍF, SÍ og Ternan, og í bólki 2 eru Fleyr, Mjølnir A og Mjølnir B.
Finalurnar í steypakappingini vera spældar í høllini á Hálsi 26. februar.
Í fjør vunnu kvinnurnar hjá SÍ steypafinaluna eftir dramatiskan 5-settara ímóti Drátti, og hjá monnunum var ikki minni drama, tá ÍF tryggjaði sær steypið eftir 3-2 sigur á Mjølni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo