Redhead Days Festival eitur stevnan, har reyðhærd úr øllum heiminum savnast í nakrar dagar at hava tað stuttligt.
Festivalurin er dagarnar frá 25. til 27. august, og hann hevur verið hildin síðani 2005.
Sagt verður, at áleið 1 til 2 prosent av øllum fólkum í heiminum eru reyðhærd. Nógv fleiri búgva í norður Europa, og tann býurin har flest eru reyðhærd er Edinburgh, skrivar Reuters frá festivalinum.
Eitt er, at reyðhærd mangan hava heilsutrupulleikar so sum húðkrabba í størri mun enn onnur at dragast við. Annað er, at tey oftani av eini hvørjari orsøk verða meira happað enn onnur.
Alt hetta verður tikið hond um á einum slíkum festivali, skrivar Reuters millum annað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo