Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Starvslæran er ætlað at geva teimum læraralesandi eina vitan um, hvussu tað er at arbeiða í fólkaskúlanum. Í gomlu læraraútbúgvingini var starvslæran drúgvari partur, enn hon er nú, og mangan siga læraralesandi, at hon er alt ov stutt. Ábøtur eru gjørdar síðstu árini, og hon er longd nakað, men sambært læraralesandi er hon ikki nóg long, og ei heldur nóg væl skipað. Erla Olsen er samd við teimum, sum siga, at hon er ov stutt.

- Vit arbeiða støðugt við at bøta um starvslæruna, men tað er tíverri ikki so einfalt at leingja hana. Eg harmist at siga, at starvslæran er endað sum partur av lønarsamráðingunum millum Fíggjarmálaráðið og Lærarafelagið. Starvslæruviðbótin, sum lærarin, ið hevur tey læraralesandi, fær í samsýning, er vorðin knúturin. Hetta er tíverri ein spurningur um pengar. Stóð tað til okkum, so fóru tey lesandi ein dag um vikuna í starvslæru, men tað eru pengar ikki til, sigur hon.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo