Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Búskapargrunnur Føroya
Spurningar:
1. Er tað rætt, sum Høgni Hoydal, varaløgmaður, sigur í einum lesarabrævi, at sitandi samgonga hevur broytt mannagongdina viðvíkjandi inngjøldum í Búskapargrunn Føroya?
2. Verða fleiri pengar fluttir í Búskapargrunn Føroya nú enn tað, sum lógin krevur?
3. Hava undanfarin landsstýri goldið minni inn í Búskapargrunn Føroya enn tað, sum lógin kravdi?
4. Á hvønn hátt hevur sitandi landsstýri broytt mannagongdirnar viðvíkjandi inngjøldum í Búskapargrunn Føroya?
5. Er tað rætt, at tað, sum verður inngoldið í Búskapargrunn Føroya, fer uttanum landskassan, og tí ikki sæst á fíggjarlógini?
Viðmerkingar:
Í einum lesarabrævi tann 18. september í ár segði Høgni Hoydal, varaløgmaður, at núverandi samgonga, sum tann fyrsta, hevur valt at lata inntøkur av tilfeingisgjøldum og aligjøldum fara beinleiðis í Búskapargrunnin, og at hesi tí ikki síggjast á fíggjarlógini. Hann samanbar hetta við undanfarin landsstýri, sum heldur valdu at brúka allar inntøkurnar.
Men lógin um Búskapargrunn er ikki broytt síðani 2018. Tí verður hesin fyrispurningurin settur, fyri at fáa at vita, hvussu landsstýrið hevur broytt inngjøldini í Búskapargrunnin, uttan at hava broytt lógina.
Á Løgtingi, 30. september 2024
Helgi Abrahamsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo