![](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/Tom-Ford-brand.png)
![](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/Tom-Ford-brand.png)
BirkBlogg: Við ársbyrjan leggur Havnar Bio út við fleiri spennandi filmum. Fyrst er at nevna kenda mótamannin, Tom Ford (f.1961), sum umframt egna parfumu, eisini er filmsleikstjóri.
Fyrsti filmurin A Single Man (2009) varð í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina. Annar og nýggjasti filmurin hjá móta ikoninum Tom Ford, Nocturnal Animals (2016), verður sýndur í Havnar Bio í annaðkvøld. Filmurin vann dómsnevndarvirðislønina í Venezia í fjør, og hevur fingið serstakliga góð ummæli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo