Tað eigur ikki at koma óvart á nakran journalist, politikara ella onnur við áhuga fyri málinum, hvør ein av keldunum er til útsøgnina um, hvørt Sosialurin er ein viðleikari í málinum um Bjarna Hammer ella ikki, tí Sosialurin skrivar tað í egnum greinum.
Tey bæði sum skriva eru Eirikur Lindenskov, blaðstjóri, og Barbara Holm, tíðindaleiðari.
Til dømis skrivar Sosialurin í greinini: - Eg hevði kunnað skaffað hassj, í brotinum Morgunballið:
- Men løgreglan yvirtekur ikki málið beinan vegin - heldur er narkodeildin á síðulinjuni og fylgir við í tí, sum Sosialurin og keldurnar gera ....
Tað næsta brotið, sum sigur okkum um leiklutin hjá Sosialinum, er í greinini: Tí siga vit søguna.
- Vanliga siga vit miðlar frá og avdúka við at grava í farnum hendingum, men í hesum førinum hevur Sosialurin átikið sær leiklutin sum viðleikari .....
- So eftir ráðgeving frá løgfrøðingi hjá Sosialinum og eftir nógva umhugsunartíð valdu vit heldur at átaka okkum leiklutin at sjálvi finna fram til sannleikan hesum viðvíkjandi og samstundis spara okkara keldur – sum í flestu førum eru ung fólk ...
Les eisini:
Helst talan um eitt "sett up" hjá tíðindaleiðaranum í Miðlahúsinum
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo