Í skrivandi stund havi eg júst frætt, at Nicolina av Kamarinum er farin foldum frá.
Nicolina hevur mangan fjálgað um og skapt hugnaligar løtur við síni sermerktu, heitu og tulkandi rødd um lívið, kærleika, longsul og um staðin handan támið.
Nicolina góða, ikki kendi eg teg, men eg og fleiri við mær kendi tað, tú hevur ríkað okkum við.
Takk fyri tað, sum tú hevur lagt eftir teg.
Tú hevur nokk ríkað okkum meira, enn tú sjálv visti.
Sangin eiga vit eftir, nú tú er farin foldum frá.
Takk fyri, og hvíl í friði.
Petur Háberg Jacobsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo