Sigursferðin hjá Ole Gunnar Solskjær heldur fram í Manchester United og hevur hann vunnið seks dystir á rað.
Men tað kann hann takka málverjanum David De Gea fyri sum tók allar royndirnar hjá Kane og øðrum.
Tað var Rashoford sum skoraði einasta málið í dystinum og gjørdist hann sostatt matchvinnari.
United hevur við sigrinum í dag fingið samband við topp-4, sum gevur Champions League pláss. United hevur nú seks stig upp til Chelsea á fjórðaplássi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo