Leygarkvøldið 25. november verður stórt konsertkvøld við Shu-bi-dua 2.0, Dynamit, Herborg Torkilsdóttir og Eyðun Nolsøe í Høllini á Hálsi.
Hetta kvøldið hevur Shu-bi-dua 2.0 stóra 50 ára jubileumskonsert, og haraftrat fara føroyskir bólkar eisini at spæla sínar mongu landaplágur.
Skráin fyri kvøldið er hendan:
21.30: Dyrnar lata upp
22.05: Herborg Torkilsdóttir
23.15: Shu-bi-dua 2.0
01.00: Dynamit
02.00: Eyðun Nolsøe
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo