SSF: Starvsnevndin í SSF hevur sett Sølva Reinert Hansen í starv sum aðalskrivari í Svimjisambandi Føroya frá 1. septembur.
Uppgávan er at hjálpa at fyriskipa og menna føroyska svimjing, umframt tilhoyrandi virksemi so sum lívbjarging og svimjiførleiki.
Sølvi hevur drúgvar royndir í føroyskum ítrótti, serliga við nevndarvirksemi í Føroyum og uttanlands, har hann hevur verið millum annað ráðgevi, aðalskrivari og forseti ÍSF, og nevndarlimur í altjóða oyggjaleikanevndini IIGA.
Seinastu 13 árini hevur hann starvast sum mentanarleiðari hjá Runavíkar kommunu, har hann millum annað hevur fingist við at fáa í lag býtislykil til ítróttarstuðul og frítíðarkortið Spjaldur, umframt at hava havt virknan leiklut í byggingini av Bylgjuni, nú skjótt við svimjihøll eisini.
Svimjisambandið hevur seinasta hálvtannað árið virkað uttan aðalskrivara, har í staðin forfólk og nevnd hava tikið sær av hesum. Tað er gingið nøkulunda, um enn við avmarkingum vegna væntandi arbeiðsorku, serliga í vanligari arbeiðstíð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo