Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á bilvitjan í Føroyum havi eg ótaldar ferðir koyrt gjøgnum ta idyllisku bygdina, Søldarfjørð, og hvørja ferð verður man fulkomuliga hugtikin av skóg- og planturíkidøminum i hesi valabygd.

Søldfirðingar hava ans fyri trøum. Longu langt áðrenn kríggið fóru nógv húsarhald í bygdini at planta trø og buskar.

Havarnir í bygdini eru á okkara døgum eitt prýði fyri allar Føroyar, og Søldarfjørður átti at blivið ein fyrimynd fyri alt landið.

Tað bevði sømt seg fyri kommunalpolitikarar um allan Skálafjørðin at givið hvørjum húsarhaldi eini tjúgu gratis trø at sett sær niður í havanum, so at allur fjørðurin blómaði um tretivu ár.

Virgar Tórarson Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo