Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nevndarfundurin gjørdist rokaligur og varð hurðin klamsað so hart, at ongin skilur, at rúturin í hurðini ikki brotnaði.

Á nevndarfundinum í Vinnu- og Havnanevndini, í síðstu viku, gingu bylgjurnar høgt. Hvat hendi, er skjótt greitt frá.

Eitt byggimál var fyri. Tóri Højgaard, sum er formaður í Bygginevndini, er eisini limur í Vinnu- og Havnanevndini. Eg spurdi formannin í Vinnu- og Havnanevndini, Terja B. Vestergaard, hví hetta málið skuldi viðgerast her, tá tað, sambært stýrisskipanini, hoyrdi heima í Bygginevndini, har Tóri er formaður.

Bygginevndin skuldi hava fund aftaná fundin í Vinnu- og Havnanevndini. Terje sendi spurningin víðari til Tóra. Tóri gjørdist heilt frá sær sjálvum av illsinni. Hann var reyður í høvdinum, bannaði og blótaði, og skeldaði um líkt og ólíkt. Hann “peikaði” á onkran, og segði, at viðkomandi onki hevði fingið burturúr teimum 12 árunum sum býráðspolitikkari. Hann var óður um, at alt, sum ikki toldi dagsins ljós, skuldi út til almenningin.

Síðan fór hann avstað og klamsaði hurðina aftur. Húsið skalv. Tey, sum vóru til staðar, skiltu ikki, at rúturin í hurðini ikki brotnaði. So ógvusligt hevur tað ongantíð verið, tá Tobbi hevur klamsað hurðina.

Terje varð eisini illur. Eg takkaði honum fyri fundin og bað hann ganga stillisliga um hurðarnar. Hann bannaði og blótaði yvir støðuna.

Jú sanniliga ein rokmikil fundur. Haldi at nervarnir, hjá ávísum býráðslimum, eru við at ganga fyri. Óskilið tykist slítandi.

Á seinasta býráðsfundi var Reidar F. Joensen, áhoyrari. Hann hevði innsent eina kæru um eitt mál, sum vit viðgjørdu. Eg spurdi Tóra fleiri ferðir, um nevnda kæra var innkomin. Tóri noktaði hvørja ferð. Men Reidar hevði avrit av innsendu kæru við. So eftir fundin, kundu tey, sum vildu, síggja hesa.

Ei undur í, at nervarnar svíkja.

Málið, ið var fyri, á omanfyrinevnda nevndarfundi, var neystaøkið á Skála. Av tí at stigtakarin til Borgaralistan, Jógvan Andersen, ætlar at byggja eitt gamalt neyst, sum familjan eigur, uppaftur, so hevur onkur funnið uppá at broyta byggisamtyktina, fyri at forða fyri hesum. Hetta fær meg at hugsa um eina aðra umsókn um neyst. Har samtykti kommunustýrið at friða økið, langt aftaná at umsóknin var innkomin, soleiðis at viðkomandi ikki fekk byggiloyvi.

Og af disse regeres vi!

Jonhard Danielsen
Býráðslimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo