Vit liva í einum heimi, sum er fullur av tøkni. Vit vita eisini, at fleiri og fleiri yrki krevja holla vitan um tøkni.
Men KT er bert ein lítil partur av skúlanum, og fleiri læra lítið og einki um tøkni.
Tí fara vit í Skúlanum á Argjahamri undir Hour of Code.
Hour of Code er eitt altjóða átak, sum hevur til endamáls at fáa forritan út til næmingar. Fleiri enn 100 milliónir næmingar um allan heim hava longu roynt Hour of Code.
Tað snýr seg um at sleppa at forrita í 1 tíma og á henda hátt at birta áhugan fyri forritan.
Vit byrja 8. des, og vilja fegin at allir næmingar sleppa at royna seg.
Næmingar í 6. og 7. flokki hava hetta síðsta hálvárið arbeitt við forritan í Skúlanum á Argjahamri. Tey koma at virka sum hjálparar hendan tíman við forritan. Tímarnir vera dagarnar 8. og 9. desember og 12. - 14. desember.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo