Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Einar's Distillery: Einar's Distillery hevur búnað og tappað 5 ára gamalt whisky - nýggjasta útgávan ber heiti Skúgvurin.

Megin og dirvið frá hesum fugli sæst aftur í styrkini, ið er fatstyrki á 59,5 % vol. Gyltu droparnir eru tappaðir beint av fatinum, CASK strength, uttan at verða tynt. 

Skúgvurin er ein av naskastu fuglunum, ið vit hava í Føroyum. Smakkiupplivingin av Skúgvinum er eisini kraftmikil. Talan er um búnað whisky, ið hevur ligið á tunnum og er lagrað í meira enn 5 ár.

Brenningin á Einar´s Distillery og búningin á útvaldum Sherry- og Bourbon føtum mitt í norður atlantshavinum ger Einar´s Whisky til nakað serstakt.

Ein komplex, balancera Single Malt frá Einar´s Distillery er farin á flog.

Serfrøðingar geva Skúgvinum góð ummælið - ein av kendu ummælarunum sigur, at hendan útgávan bæði undirheldir og imponerar – well made, it both entertains and facinates in equal measures. 

Skúgvurin fæst til keyps á flogvøllinum og í Rúsdrekkasølu Landsins.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo