Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eitt boð uppá, hvussu vit kunnu skipa okkum og samstarva tvørgeiraligt í mun til at uppspora, veita relevantan stuðul og hjálp og viðgerð til børn og ung, sum mistrívast í Føroyum.

Góðu samstarvsfelagar, serliga Jenis av Rana, landsstýrismaður í undirvísingarmálum, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum og Heðin Mortensen, formaður í Kommufelagnum.

Vit hanga saman – vit eru ein skipan – og vit mugu samstarva fyri at eydnast við at hjálpa børnum og ungum, ið mistrívast. Vit vilja øll gera okkara arbeiði til lýtar, vit hava stór hjørtu og góðan vilja. Men vit koma bert á mál saman, og vit mugu fáa skipanina at rigga.

Annað kunnu vit ikki loyva okkum, tá ið tað eru so mong, sum tørva okkara hjálp.

Í løtuni eru fløskuhálsar og proppar í skipanini okkara millum. Vit stúva saman ymsastaðni. Hjá okkum er bíðitíðin ALT ov long, og orsøkirnar eru nógvar.

Ein orsøk er, at tað verða nógv fleiri – og nógv yngri – børn ávíst enn áður, m.a. tí illgruni eru um ADHD. Vit fáa ávísingar við børnum, sum hava verið fyri ógvusligum trauma í heiminum, tilburðir, ið eingin hevur varnast, steðgað og handfarið.

Tí eiga kanningar at verða gjørdar og átøk gjørd í heiminum, áðrenn børnini verða ávíst tvið illgruna um psykiatriska líðing.

Sjúkueyðkenni so sum trupuleikar at hugsavna seg og at halda viðvarandi uppmerksemi, kunnu – eitt sindur sum sjúkueyðkenni fepur – hava fleiri ymiskar orsøkir. Umframt ADHD, so kunnu hesi eisini vera tekin uppá m.a. trauma, sálarlig ovbyrjan, ov høg krøv í gerandisdegnum til dømis.

Les alt skrivið her

Rebekka Gudmundsson
Perlick Yvirlækni í barna- og ungdómspsykiatriini

Rannvá Vang
Yvirlækni í barna- og ungdómspsykiatriini

Súsanna Reinert-Petersen
Yvirlækni við sergreinaábyrgd í barna- og ungdómspsykiatriini

Camilla Henanger
Sálarfrøðingur og leiðari í barna- og ungdómspsykiatriini

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo