Á 44 ára degnum hjá Havnar Jazzfelag seinasta leygarkvøld varð skráin fyri Vetrarjazz 2020 avdúkað.
Festivalurin byrjar 26. januar við eini konsert, har royndar stjørnur hitta ungar spírar frá musikkskúlanámi, tann konsertin verður í Auluni í Finsen. Eftir tey spælir norski bólkurin Elt, sum eisini hevur tveir av allarfremstu jazztónleikarum í Bretlandi við: Saxofonistin Tom Challenger og Mercury-tilnevnda pianistin Kit Downes.
Føroyska høvuðsnavnið er legendariski, fløguaktuelli bólkurin Plúmm, tað verður í Norðurlandahúsinum.
Nógv útlendsk nøvn vera annars við, millum annað úr Danmark, Svøríki, Russlandi, Grønlandi, Noregi og Estlandi. Hagani kemur sangarinnan Laura Polvedere, sum skal vera mest spælda sangarinna í estiskum útvarpi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo