Synergi: Skomm hjá leiðarum er eitt tabuevnið, sum Elsebeth Hauge hevur sett á breddan við leiðslubókini ”Lederskam”, har 25 toppstjórar og leiðarar í Danmark ærliga siga frá, um tað, teir mest skammast av í sínum arbeiði sum leiðari.
Gerðir, hugsanir, atburð og fordómar, sum teir ikki hava sagt øðrum frá, tí teir skammast.
Flestu leiðarar kenna seg aftur í at skammast av onkrum, teir hava gjørt, ella kanska nevniliga ikki gjørt ella hugsað í sínari leiðslu. Onkur avgerð, sum ikki var heilt rættvís, onkur støða, har teir góvu onkrum fyrimun fram um annan ella onkra støðu, har teirra hugsan kanska ikki tolir dagsins ljós.
Grundleggjandi eru vit ordilig menniskju og ynskja flestu leiðarir at fremja rættvísa, ordiliga leiðslu – men, vit eru eisini vanlig menniskju við vanligum kenslum.
Á leiðaradegnum 31. januar 2025, fer Elsebeth Hauge fer at tosa um tabuevnið skomm í leiðslu, sum flestu leiðarar kenna til.
Elsebeth Hauge er leiðslumennari, økonom, rithøvundur og hevur eina master í sálarfrøði. Kom og hoyr Elsebeth Hauge á Leiðaradegnum 2025.
Tekna teg áðrenn 20. desember kl. 12 og fá 2 x brunsj á Hilton íroknað. Tekna teg á www.synergi.fo ella ring á tlf. 322355. Tú kanst eisini senda teldupost til synergi(at)synergi.fo, tað er tað lættasta!
Kom við! Seinast var útselt!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo