Politiið fekk um hálvgum sjey tíðina í gjár fráboðan um, at ein lítil, skjóttgangandi bátur var farin á land við Oyrargjógv á Vágoynni.
Báturin sigldi saman við øðrum skjóttgangandi báti, og tað vóru aldurnar frá hesum sum gjørdu, at báturin fór á land, upplýsir vakthavandi á politistøðini.
Maðurin í bátinum endaði á blámanum, men tað var so mikið heppi, at nógv fjallfólk var statt júst har sum tilburðurin fór fram, og fjallfólkini hjálptu tí óhepna skiparanum uppá turt aftur.
- Alt spældi væl av, men hann fekk sær helst ein lærupenga um at sigla við skjóttgangandi báti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo