Kom í tankar um vendingina í yvirskriftini, hvat hon vildi siga?!
Í hesum koronatíðum verður í nógvum førum fokus sett á ymsar ábyrgdarpersónar í samfelagnum, heldur enn á sjúkuna sjálva.
Kanska eitt sermerkt eyðkenni fyri okkara lyndi!
Hvussu handfara vit meðni hesa umfarsótt?
Sjálvur vandin og fyribyrging verður lýstur av okkara serkønu í sjúkum, meðan avgerð um fyribyrging verður staðsettur av politiska myndugleikanum.
Í Danmark hevur statsministarin Mette Frederiksen verið vællýdd vegna hennara handfaring av koronamálinum politiskt. Men hennara stjørna er nú sløknað av nøkrum, helst av órøttum, dripnum minkum. Eisini eru nøkur fyribeind sms-ir vorðin strikað.
Síðan siti eg eftir við spurninginum: Hvat hevur størri týdning fyri danska fólkið: Heilsan hjá fólkinum, ella nakrir minkar-peningavirðið- eins og nøkur burturbeind SMS?
Í Føroyum verða eisini eyguni vend ímóti sjúkuni, hvussu heilsumyndugleikin við- ella frámælir, og hvussu politiski myndugleikin handfer sín leiklut.
Vit hava landslækna og koronasóttarnevnd, ið geva tilmæli, meðan løgmaður boðar frá alment galdandi tiltøkum, sum haðan hildið vera neyðug!
Sum eg havi skilt støðuna higartil hjá bløðum og almennum miðlum, so er fremsta uppgávan at niðurgera løgmann, og ímeðan seta sóttina hóskandi til viks!
Vit hava tíbetur onga "minkagølu" ella smsgølu enn, men lúrt verður!
Kortini haldi eg, at tá vit hava ein løgmann, ið er lógliga valdur sambært okkara demokratisku skipan, og sjálvt um vit ikki hava valt hann øll, so er hann okkara hægsti politiski myndugleiki aftaná Løgtingið.
Sjálvsagt er tað frá andstøðuni á tingi, at mestu ákærurnar koma, men í hesum sambandinum komi eg í tankar um, at hóast vit aftaná seinna heimsbardaga hava í høvuðsheitinum hava havt 4 stórar flokkar, so hevur Tjóðveldið kortini ongantíð fingið løgmann. Hví??
Men tað stutt ímillum "succes og kaos"
Eyðun Mohr Viderø
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo