Føroyski filmurin Skál eftir Cecilie Debell og Mariu Tórgarð hevur fingið nógva umrøðu í miðlunum, og mest fyri tað góð. Nú er ein hugtikin ummælari lagdur afturat, nevniliga Per Juul Carlsen, sum arbeiðir fyri Danmarks Radio.
Hann gevur Skál fimm stjørnur av seks møguligum.
- Tað er millum annað 'eksotiska gudssýnið' sum merkir Føroyar, og er gjøgnumgangandi tema í filminum, sum ger hann so áhugaverdan at síggja, sigur ummælarin eisini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo