Í hægstu feriutíð bera bretskir miðlar í morgun skakandi tíðindi um, at ein løgreglumaður sparkar ein mann, sum liggur á gólvinum í floghavnini Manchester Airport.
Í hondini hevur løgreglumaðurin nýggja TASER vápnið, sum er stytting fyri ”Thomas A. Swift Electric Rifle”, ein elektrisk rifla, sum í eitt tíðarbil ger hin rakta lamnan av elektriska stoytinum.
Løgrelumaðurin er sendur til hús.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo