Verkfallið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur eftir øllum at døma elvt til, Gjaldstovan ikki vil útgjalda teimum lønina fyri síðsta mánaða.
Sambært upplýsingum hjá KvF hava sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki fingið lønina, men tað er ikki tí at hon ikki er útgoldin frá sjúkrahúsverkinum. Tað er tí, at lønirnar onkursvegna eru strandaðar hjá Gjaldstovuni.
Har hevur ikki borið til at fingið uppspurt, hvør trupulleikin er.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo