Illa hevur gingið at fáa játtanir til nakra út- og umbygging av Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Brúk hevur verið fyri samfeldari ný- og endurhugsan. - Nú tykist gongd at koma á
Fari, sum sagt, í hesi greinarøð fyribils ikki aftur í tíðina og ikki aftur um ”70 ára orrustuna”!
Brot úr fyrsta parti - ”VP 20.10.21” og ”Norðlýsið 21.10. 21”:
”Stutt søgulig lýsing eftir orrustuna í 1950unum av ný- og útbygging av Klaksvíkar Sjúkrahúsi: Í 1962: ” Útbygningurin eystur og vestur og starvsfólkabygningurin…”! - Í 1988: ” varð kroystur ein bygningur til eina skurðstovu inni í garðinum í samband við útskifting av mjadnum o.ø.….”! – Í 1984: ”Norðoya Røktar og Ellisheim, sum ikki var nøkur sjúkrahúsútbygging, tó við t.d. kapelli og onkrum bíðirúmi….” – ”Hesi eru avrikini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi seinastu 60 árini og kostnaðurin fáar 10 tals mió. Krónur…”!
Nýggj kós løgd
Eitt afturstig fyri smærru sjúkrahúsini var, tá politisku sjúkrahússtýrini vórðu niðurløgd – eitt stýri fyri hvørt av teimum trimum sjúkrahúsunum, sum var eitt viðkomandi bakland, sum tá fór fyri bakka, sum eisini høvdu felagsfund einar fýra ferðir árliga – har tað ístaðin varð valt ”sjúklingaráð”, sum umboðaði beinleiðis sjúklingin og ikki varð við til at skipa ræðisliga sjúkrahúsleiðsluna og menningina.
Samanlegging við einum forstjóra
Síðani vórðu sjúkrahússtýrini avtikin og borið varð so í bandi, at tey trý sjúkrahúsini vóru løgd saman í eitt: ”Sjúkrahúsverkið”, við einum forstjóra og tveimum stjórum, eitt sonevnt yvirskipað leiðslutoymi fyri alt Sjúkrahúsverkið. Forstjórin, sum samstundis eisini varð sjúkrahússtjóri fyri Landssjúkrahúsið, somuleiðis sum hinir báðir stjórarnir vórðu sjúkrahústjórar fyri ávíkavist Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahús.
Tá vit, sum hava fylt nakað við ígjøgnum árini, hava bæði sæð og gjørt vart við, at meðan Landssjúkrahúsið og Heilsumálaráðið hava livað tætt hvørt upp at øðrum, ella næstan sum ”eitt”, eru smærru sjúkrahúsini ofta dottin niðurímillum bæði í rakstri og íløgum og hetta hava hesi kent sviðan av. Tí rakstrarjáttanir hava verið harmiliga lágar, tað sæst á farnum fíggjarlógum.
Hvussu verður nú sjúkrahússtjórin á Landssjúkrahúsinum hevur fingið størri vald, kunnu vit uttan iva ímynda okkum. Tó kanska fer hetta at roynast frægari. - Livst so spyrst.
Ein hómandi bati - ”Gula húsið” komið á fíggjarlógina
Vit hava nú í mong ár sæð, at Starvsfólkabygningurin meiri og minni er farin í órøkt og fyri árum síðani varð staðfestur blámusoppur, sum onki er gjørt við og er tí sjálvandi versnaður. Samstundis hevur”Gula húsið” verið tosað um í mong, mong ár at fáast aftur til heiður og æru, so hetta kann verða við til at hjálpa uppá vantandi og tørvandi hølisviðurskifti.
Nú sær ávís gongd at verða komin á og úr løgtingsfíggjarlógini kunnu nú lesast hesi orð undir konto 11.20.3.11.Klaksvíkar Sjúkrahús, sum vit kunnu fegnast um: ”Gomlu læknahúsini vóru bgyd í 1923 og eru ogn hjá landinum. Tey kunnu verða sett í stand og síðani verða væl egnað til fyrisiting. Talan er um at útvega 10 skrivstovupláss, fundarhøli, viðtaluhøli, arbeiðsklivar og skjalasavn. Ætlanin er at innrætta bygningin til at hava umsiting, o.s.fr….. Tá projeteringin er liðug, fer uppskot til verklagslóg at verða lagt fyri Løgtingði…”!
Leggjast kann afturat hesum, at uppá fyrispurning frá Eyðgunn Samuelsen, tingkvinnu, svaraði landsstýrismaðurin, Kaj Leo Johannesen, at ætlanin er at bjóða arbeiðið út fyrst í komandi árið og byrja arbeiðið. – Peningur er settur av til arbeiðið á fíggjarlógini.
Umframt hetta, verður sagt í fíggjarlógini: ”Klaksvíkar sjúkrahús og Landsverk hava gjørt eina ætlan um at dagføra læknahúsini, Gula húsið, soleiðis at umsitingin kann flyta úr Starvsfólkabygninginum í Gula hús. Samstundis verður arbeitt við uppskoti til, hvussu starvsfólkabygningurin kann verða innrættaður”.
Klaksvíkar sjúkrahús eigur at fáa fleiri arbeiðspláss
”Klaksvíkar sjúkrahús hevur, sum sagt, fótað sær sjáldsama væl hóast støðugt sýttar játtanir farin ár”. Tí kunnu bæði sjúklingar, núverandi og komandi starvsfólk nú síggja fram ímóti ljósari tíðum.
Her kann mennast so nógv meiri, sum dugnaligur liður í “Sjúkrahúsverkinum” við lutfalsliga avmáldum peningi og játtanum. Tí er hugaligt at síggja, at lagt er til brots í samband við løgtingsfíggjarlógina fyri 2022.
Tøkk fyri tað og við hesum fari eg at ynskja øllum eini gleðilig jól og góðan byr í komandi árum.
Desember 2021.
Jógvan við Keldu
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo