Fólkaflokkurin: Skipaeftirlitið (nú Sjóvinnustýrið) var yvirtikið 1. januar 2002.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, tók tá avgerð um, at tað skuldi liggja í Vágum, og soleiðis var í nógv ár.
Tá núverandi samgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldið og Framsókn sat seinast, varð avgerð tikin at flyta Sjóvinnustýrið til Havnar í 2018 og so hendi ikki meir. Men undanfarna samgonga við Fólkaflokkinum við fíggjarmálum fekk pening settan av til bygging av bygningi í Vágum.
Í dag var sólskinssøgan veruleiki. Sjóvinnustýrið kom heim aftur í stásilig høli. Fyrsti kontórbygninigur, sum tað almenna hevur bygt til sítt endamál í áratíggu. Verkætlanin bleiv bjóðað út sum ein heildarenterprisa, ið annars ikki er vanligt. Úrslitið, ið vit síggja í dag er, at prísurin fyri hesa almennu byggiverkætlan helt. Tað er at fegnast um, og áttu vit lært nakað av hesari verkætlan frameftir.
"At kempa fyri einum málið, og so at síggja úrslit, er fantastiskt. Tað hevur tikið tíð, men gleðin er stór í dag.", sigur Jørgen Niclasen, tingmaður Fólkafloksins.
Vit í Fólkaflokkinum ynskja Sjóvinnustýrinum hjartaliga til lukku við nýggja bygninginum, og góðan byrð í sínum arbeiði fyri trygd av okkara sjófólkum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo